Skærmbillede 2015-12-18 kl. 11.22.01

Ídag fari eg at gera eitt sera nemt make-up look (sum bert tekur eini 4 trin) og hár, sum hevur íblástur frá 1920’inum. Hetta er helst tí, at tað er 20’ara tema í jólaveitsluni í Hoydølum í kvøld. Eg havi trý produktir frá www.naomi.fo, sum eg nýti sum høvuðs-produkt í hesum lookinum. Fyrst og fremst fari eg at greiða frá, hvørji produkt eg brúki, og hví eg haldi at hetta er heilt sikkurt vert at keypa og er ein perfekt jólagáva eisini til damuna, mammuna ella ein, ið elskar sminku.

Eg nýti NYX contouring and highlighting pallette, eygnaskugga pallettið “smokey” frá NYX og BB-cream frá NYX. Contouring og highlighting pallettið er sera lekkurt, og har eru átta ymiskar farvur í. Fýra til highlighting og fýra til contouring. Har eru tvær meiri kaldar contouring farvur og tvær heitari farvur. Tað varierar frá ljósum contouring farvum til heilt myrkt, so hetta kann nýtast til bæði heilt ljósa húð og myrka húð, sum tit síggja omanfyri. Pallettið er ØGILIGA pigmentað! Tað vil siga, at tær nýtist ikki nógv produkt á bustuna, fyri at fáa farvu á húðina, sum er øgiliga lekkurt. Tað dryssar slett ikki, og konsistensurin er øgiliga mjúkur og følist næstan sum smør. Hetta pallettið er heilt sikkurt allir pengarnir vert! Eisini er tað øgiliga bíligt, ímun til kvalitetin. Eg havi fleiri contouring og highlighting pallettir, ið eru nógv dýrari, hevur minni úrval av farvum og so er tað slett ikki líka pigmentað. So eg eri imponerað!

Eg eri eisini sera imponerað av eygnaskuggunum. Eg haldi ikki pallettið sær nakað serligt út, tað sær meiri út til, at vera á bíligu síðuni, men tað sigur kvaliteturin slett ikki. Teir eru kompaktir, men samstundis øgiliga mjúkir og ógvuliga pigmentaðir. Sum ikki einaferð, havi eg nógvir dýrir eygnaskuggar, sum dryssa illa og ikki glíða lætt av. Hesir dryssa slett ikki, og teir halda á leingi. Tað sum eg fyrst leggi til merkis við eygaskuggum, er hvussu pigmentað tað er, og her nýtist enn einaferð ikki meiri enn at dippa bustina niður í, og tú hevur nokk av produkti. So hesi bæði anbefali eg heilt sikkurt!

yo nitch

20’ARA MAKE-UP er øgiliga myrkt og matt, og heilt mótsatt av tí, vit kenna og nýta ídag. Ídag royna vit at lyfta andlitið, við at brúka winged eyelinara, contouring og highlighting og høgar brýr. Í 20’unum nýttu tey nógv myrkar farvur heilt innast í eygnakrókinum, og royndi at fáa so “kedd” og rund eygu sum møguligt. Eg havi gjørt eitt lítið “twist”, bara við at koyra eitt sindur av “glimmur” mitt í eyganum, fyri at tað ikki verður heilt myrkt.

Fyrst byrji eg við at gera eygnaskuggar, so at húðin sæst reinari út aftaná, og man sleppur undan at gera av nýggjum, um eygnaskuggarnir skuldi dryssa. Eg brúki bara “smokey” pallettið frá NYX til hetta lookið. Eg brúki fyrst ein eygnaskugga primara, so at teir halda alt kvøld. Síðani geri eg eina linju, sum eg havi lættari at fylgja forminum. Sum tit síggja, havi eg gjørt teir høgir innast við eygnakrókin, og síðani dragi eg tað niður eftir. Síðani blendi eg tí svørtu linjuna leingi, inntil hon verður heilt bleyt, og har ikki eru nakrar harðar linjur.

SARA1

 

Síðani brúki eg ein mattan brúnan lit, sum eg havi brúkt úr contouring og highlighting pallettinum frá NYX, og koyri tað á alt eygnaloki. Síðani blendi eg enn einaferð ordiliga væl, inntil tær báðu farvurnar eru blendaðar væl saman. At enda við, koyri eg onkra lekkra gull/bronsuta glinsuta farvu mitt á eygnaloki, og blendi tað bara líka úti við kantin, so at tað ikki er ein hørð linja.

sara2

Síðani koyri eg ein meiri myrkabrúnan, ið glitrar, undir eyguni. Heilt inn í eygnakrókin og heilt út til uttast á vatnlinjuni undir eygunum. Síðani tekni eg bara líka brýnar lættliga upp, og geri tær so natúrligar, sum til ber.Skærmbillede 2015-12-18 kl. 12.05.14

Nú eru eygnaskuggarnir lidnir, og eg fari í gongd við húðina. Tað er altíð umráðandi at fugtgeva húðina, áðrenn nakað annað verður koyrt á. Eg koyrdi síðani ein primara á húðina og koyrdi so BB-cream light frá NYX á húðina og blendaði tað væl út við Beauty blendarinum. Síðani koyri eg eina ljósa concealara farvu undir eyguni, sindur á høkuna og mitt á pannuna og blendi enn einaferð væl við beauty blendarinum.

 

 

 

srara4

So seti eg alt við tí ljósa putrinum frá contouring og highlighting pallette frá NYX. So taki eg eina stóra ‘fluffy’ bust, sum at tað ikki verður so spískar linjur á andlitinum, men eitt meiri bleytt og natúrligt look. Eg brúki tær tvær mittastu contouring farvurnar, til at definera kinnabeinini og síðani eitt sindur á pannuna og undir høkuna, fyri at geva húðuni eitt lítið glow. Eg endi síðani við at koyra eitt sindur av einari kinnareyðum á og koyri tann sandfarvara highlightarin í pallettinum, uppiyvir ta kinnareyða.

sara5

Tekna síðani við eini myrkareyðari farvu rundanum varrarnar, og smyr síðani eina matta myrkareyða varrastift á. So er sminkan liðug!  

 

 

 

sara6

SO til hárið! 

Her havi eg gjørt eitt einkult look, har tað eru lættar bylgjur og eitt lekkurt fall í fruntin. Byrja við at taka lítið í senn og krúlla allatíð sama veg. Krúlla tær síðani saman við einum hárspenni og heft tær fast í hárbotnin, so at hitin verður verandi longri. Tá ið alt er heft fast í hárbotnin og hárið er heilt kølt niður, koyr síðani lítið sindur av hárlakki í og tak allar klemmurnar úr. Greið hárið lættliga, fyri at fáa tær penar og samanhangandi. sara7

Koyr síðani eitt sindur av skúmi í fruntin, og greið fallið við einum kambi, á tann hátt, tú vil hava tað. Sett eina klemmu í, fyri at tað far lov at seta seg, og ikki dettur úr beinanvegin. Tá ið skúmið er heilt torna, so er klárt at taka klemmurnar úr og so ert tú klár!

sara8

Skærmbillede 2015-12-18 kl. 12.26.01

Góða jólaferiu og eitt gott vikuskifti! ♡

Ingen kommentarer endnu

Der er endnu ingen kommentarer til indlægget. Hvis du synes indlægget er interessant, så vær den første til at kommentere på indlægget.

Skriv et svar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

 

Næste indlæg