Skærmbillede 2015-12-14 kl. 14.19.21

Tann perfekta jólagávan! Eg havi simpulthen valt at sett meg niður, fyri at fortelja hvussu fantastiskur svampurin The Beauty Blender er. Eg vil gjarna greiða frá hvussu man nýtir hann, og hví tað IKKI nyttar at keypa eftirlíkningar og hvussu góð/ur tú fer at verða við hendan eggjaformaða svamp! Beauty Blendarin er mín holy grail, og eg veit ikki hvat ella hvussu eg havi livað uttan.

Fyrst og fremst: tú kanst nýta the Beauty Blender til nógv! Ikki bara foundation – men eisini krem, sjálvbrúnarar, concealara og putur. Beauty Blendarin gevur tær eitt natúrligt look, og trýstir produktið inn í óreinheitir, porur og gevur tær eitt heilt reint look og tað kann enntá síggja út sum, at tú onga sminku hevur á.

Tað snýr seg IKKI um aldur, tí Beauty Blendarin hóskar sær væl til fólk frá 0 til 100 ár. Hann hóskar seg nemliga fantastiska væl, helst eisini til eldri húð. Ofta, tá ið man nýtir penslar, far man strikur í foundationið, og tað leggur seg sum eitt lag omaná húðina, ímeðan Beauty Blendarin trýstir produktið inn í húðina. Vit kenna øll rukkurnar á pannuni, undir eygunum, munninum osf, ið ofta verður framhevað av sminku. Beauty Blendarin gevur tær nemliga møguleika fyri at fjala tær strikur/rukkur betur, og eisini fyri at strikur ikki koma fram í sminkuna á húðuni, bert eftir eina lítla løtu. Beauty Blendarin er í trimum farvum, sum er ljósareytt, svart og hvítt. Eisini er minni blendarir, ið eru aðrar farvur.

Svampurin skal ALTÍРgerast vátur, áðrenn brúk. Tað er sera umráðandi, tá tað er tað, ið ger at hann riggar so væl. Hann kann ikki nýtast turrur og hann verður dupult so stórur í stødd, tá ið hann gerst vátur. Her havi eg tveir svampar, har tann ljósareyði er enn turrur og tann svarti er vátur. Áðrenn brúk, skal man kroysta svampin, so hann ikki er gjøgnum bloyttur, tá ið tú skal nýta hann til at koyra sminku á við. Svampurin súgvir vatnið til sín, og tá ið tú hevur kroyst svampin, liggur vatnið inni í miðuni á svampinum og ikki omaná, sum ger at svampurin heldur ikki súgvir produkt til sín.

12366729_10208098607205700_496695753_n

So hvussu nýti eg hann? 

Fyrst gert tú hann vátan, sum myndirnar vísa á omanfyri

Beautyblender

Og síðani er hann klárur til brúk! Tá ið tú nýtir svampin, skalt tú dubba svampin á húðina, og ikki hálar hann eftir húðuni. Tað er tað ið ger, at produktið leggur seg so pent á húðina.

Tann ljósareyði svampurin er tann originali Beauty Blender og tann svarti kallast Beauty Blender Pro. Tað sigst, at tann svarti skal geva tær eitt meiri professionelt og enntá reinari look, enn tann pink. Tó haldi eg, at har er sera lítið av muni á. Á myndini omanfyri eru báðir svampar vátir, og her sær man at tann ljósareyði er tættari og meiri kompaktur enn tann svarti. Báðir eru líka lekkrir, og eg eri so glað fyri at hava keypt Beauty Blender, tá eg ALTÍÐ nýti hann til sminku, krem og sjálvbrúnara.

Vaska hann eftir hvørt brúk við lunkaðum vatni og beauty cleansarinum. Um hann stendur ov leingi við gamlari sminku, kann tað koma mugg í og hann verður øgiliga stívur, har gamla sminkan er. Um man møguleiki ikki er fyri at keypa cleansarin við, riggar tað eisini við sápu og lunkaðum vatni. Tað kann kennast sum at tað er ringt at fáa alla sminkuna úr, og tá kroysti eg við sápu á akkurát ta øki, ið hevur nógva sminku í, inntil einki brúnt rennur úr longur.

BeFunky Collage1412

 

Ingen kommentarer endnu

Der er endnu ingen kommentarer til indlægget. Hvis du synes indlægget er interessant, så vær den første til at kommentere på indlægget.

Skriv et svar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

 

Næste indlæg